- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu ikki krevja talgildar umsóknir
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt málið um, at Studni kravdi, at lesandi skuldu søkja um lestrarstuðul um eina talgilda samskiftisskipan.
Eingin heimild var fyri hesum.
Í útgangsstøðinum velur ein borgari sjálvur, á hvønn hátt hann vendir sær til fyrisitingina. Hinvegin skal myndugleikin hava serstaka heimild fyri at áleggja borgaranum at samskifta talgilt.
Reglurnar tær somu
Umboðsmaðurin gjørdi vart við, at reglurnar í fyrisitingarlógini og fyrisitingarligar meginreglur eru galdandi, sama um málsviðgerðin er manuell ella talgild.
Umboðsmaðurin vísir eisini á, at almennir myndugleikar hava ábyrgdina av at tryggja, at stig, sum verða tikin í sambandi við talgilda fyrisiting, eru lóglig, og at talgildu skipanirnar gera tað møguligt hjá myndugleikunum at halda galdandi lógarkrøv.
Her er avgerðin hjá Umboðsmanninum