- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atlants Kolvetni av keypsskálanum í Reykjavík
Tá íslendski keypsskálin letur aftur fríggjadagin, verður ikki longur gjørligt at keypa og selja partabrøv í Atlantic Petroleum har.
Tá Atlantic Petroleum fór á børsin í Oslo í desember í fjør, boðaði felagið samstundis frá, at tað fór at biðja um at verða strikað í keypsskálanum í Reykjavík.
Felagið kunngjørdi i gjárkvøldið, at íslendski keypsskálin nú, nakað seinkað, hevur góðtikið áheitanina frá Atlantic Petroleum.
Tjóðbankin upp í málið
Seinkingin stóðst av, at íslendski tjóðbankin skuldi fyrst avgera, um íslendskir partaeigarar í Atlantic Petroleum kunnu selja síni partabrøv í Keypmannahavn ella Oslo fyri útlendskt gjaldoyra eftir at partabrævið ikki longur er skrásett í Reykjavík.
Atlantic Petroleum hevur verið skrásett í íslendska keypskálanum síðani 2005.