Ákæruvaldið kravdi 200.000 kr. í bót

Ákæruvaldið kravdi 200.000 kr. í bót
Rætturin dømdi fýra skiparar 150.000 kr. í bót og segði, at reiðskapur fyri 1,3 mió. kr. var ólógligur
Skipararnir á Finni Fríða, Gadusi, Nærabergi og Vesturvón eru dømdir 150.000 kr. í bót hvør
 
05.02.2014 - 14:09

Ákæruvaldið kravdi 200.000 kr., tí talan var um skerpaðar umstøður. Vanliga bótin er 100.000 kr., men Føroya rættur gav skiparunum á Gadusi, Nærabergi, Vesturvón og Finni Fríða 150.000 kr. í bót fyri at fiska makrel í stongdum kassa norðanfyri.

Reiðskapur fyri fýra mió. 

Ákæruvaldið kravdi eisini, at skipini mistu reiðskap fyri góðar 3,7 mió. kr.  Men rætturin sigur, at reiðskapur fyri eina millión og 336.000 kr. var ólógligur. Bara reiðskapurin, sum varð brúktur til makrelfiskiskapin, er drigin inn. 

Føroya rættur gav ikki ákæruvaldinum viðhald í, at hin reiðskapurin, sum var umborð, skuldi konfiskerast. Men veiðan hjá skipinum, sum verð mett at vera verd 830.000 kr., er eisini drigin inn. Sambært dóminum skulu skipararnir og reiðaríini bera hvør sína helvt av sakarkostnaðinum. 

   

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977