Samráðingarleiðari: Vert at halda fram

Samráðingarleiðari: Vert at halda fram
John Spencer, samráðingarleiðari, mælir strandalondunum til at taka samráðingarnar uppaftur í morgin
 
04.02.2014 - 08:00

Samráðingarleiðarin hjá ES í makreltrætuni, John Spencer, heldur tað vera vert at halda fram við samráðingunum. John Spencer mælti í gjár hinum strandarlondunum til at taka samráðingarnar upp aftur í London seinnapartin í morgin.

ES, Norra, Ísland og Føroyar hava longu havt nógvar fundir um makrelkvotuna í 2014. Í síðstu viku vóru samráðingar í tríggjar dagar í Bergen. 

Tosaðu saman í gjár

Tá partarnir fóru til hús á middegi fríggjadagin var tað við teirri avtalu, at teir fýra samráðingarleiðararnir tosaðu saman aftur í gjár, mánadagin.  ES hevur formansskapin í samráðingunum um kvotuna í 2014. Og í gjár mælti John Spencer, samráðingarleiðari hjá ES, so til at taka samráðingarnar upp aftur í morgin, mikudagin. 

Enn er tó ikki greitt, um øll hini londini taka undir við tí.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981