Pelagos fingið byggiloyvi til uppsjóvarvirkið

Pelagos fingið byggiloyvi til uppsjóvarvirkið
Gongst sum ætlað fer nýggja virkið í Fuglafirði at taka ímóti uppsjóvarfiski í juli
Havsbrún er ein av stóru partaeigarunum í felagnum, sum fer at byggja uppsjóvarvirki í Fuglafirði
 
04.02.2014 - 08:11

Fuglafjarðar býráð samtykti í gjárkvøldið einmælt at geva partafelagnum Pelagos undir stovnan prinsipielt byggiloyvi til uppsjóvarvirkið, sum ætlanin er at byggja á økinum sunnan fyri Bergfrost og niðan fyri tangarnar á Enninum.

Byggiloyvið var einasta málið, sum var fyri á eykabýráðsfundinum í Fuglafirði í gjárkvøldið. Allir býráðslimir atkvøddu fyri.

Málið hevur skund, tí eftir ætlan skal Pelagos byrja at taka móti fiski í juli. Tá fer virkið at kunna frysta 600 tons um samdøgrið. Umframt at frysta heilan fisk fer Pelagos frá fyrsta degi at kunna heysa og skera flak.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981