Ólógligar starvssetanir á Sandi

Ólógligar starvssetanir á Sandi
Mentamálaráðið sigur, at kommunan fylgdi ikki lógini, tá fólk vórðu sett í starv í Barnagarðinum á Teigunum
 
04.02.2014 - 08:04

Starvssetanir í barnagarðinum á Sandi í fjørsummar vóru ikki lógligar.

Tað skrivar sandportal.fo

Borgarstjórin í Sands kommunu, Brandur Sandoy, kallaði í fjørsummar til eykakommunustýrisfund, við tí endamáli at seta fólk í starv í Barnagarðinum á Teigunum. 
Felags fyri starvssetaninar var, at størvini ikki vóru lýst leys, sum lógin ásetur. 

Heri Jacobsen, kommunustýrislimur vegna lista C, kærdi starvssetanirnar til Mentamálaráðið, tí ikki var hildið, at rætt var farið fram. 

Ikki fylgt lógini

Og niðurstøðan hjá Mentamálaráðnum er greið:

”Útfrá viðgerðini av málinum kann staðfestast at kommunustýrið og kærarin ikki hava viðgjørt málið í samsvari við lógina, og sum als ikki er nøktandi.” 

Sands kommuna hevur ikki fylgt lógini í mun til at lýsa størvini leys, og ei heldur í mun til faklig krøv til starvsfólk, sum eru sett sambært lóg um dagstovnar. Mentamálaráðið ger tó ikki meira við málið, men leggur Sands kommunu eina við at fylgja lógini framyvir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981