- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunur fingu meiri í skatti í januar
Kommunur fingu meiri í skatti í januar
Landskassin fekk fyrsta mánaðin í ár góðar 96 milliónir krónur inn í skatti, meðan kommunurnar fingu slakar 110 milliónir krónur
04.02.2014 - 15:36
Fyrstu skattatølini hjá TAKS í ár eru nú tøk. Landskassin fekk í januar mánaði 96,4 milliónir krónur inn í skatti, meðan kommunurnar fingu slakar 110 milliónir krónur. Fyri landið eru inntøkurnar á leið tað sama, sum sama tíðarskeið í fjør, meðan kommunurnar hava fingið nakrar fleiri skattakrónur enn sama tíðarskeið í fjør.
Í januar komu eisini 20 milliónir krónur inn í eftirlønarskatti og góðar tríggjar milliónir í kirkjuskatti. Í eftirlønarskatti og í kirkjuskatti vísir uppgerðin hjá TAKS, at nakað meir av skatti er komin inn enn um sama tíðarskeið í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV