2600 fólk hava búð á Røktarheiminum í Runavík

2600 fólk hava búð á Røktarheiminum í Runavík
Eysturoyar Røktar- og Ellisheim hevur 30 ár á banki
 
04.02.2014 - 09:50

Í dag eru 30 ár liðin, síðani Eysturoyar Røktar- og Ellisheim í Runavík alment varð tikið í nýtslu. 

Upprunaliga vóru tað einstaklingar sum slóðaðu fyri og fingu samstarv í lag við Lions Club  Eysturoy og kommunurnar í Eysturoynni, sum á vári 1980 komu saman í felagsskapinum Eysturoyar Røktar-og ellisheim  og valdu bygginevnd/stýrið.

Útbygt tvær ferðir

Síðani heimið varð tikið í nýtslu, er tað útbygt tvær ferðir. Fyrst í 1992 og aftur í 2006, soleiðis, at í dag er pláss fyri 70 fólkum umframt 12 fólkum ið nýta Dagtilhaldið.

Hesi 30 árini hava út ímóti 2600 fólk í styttri ella longri tíðarskeið búleikast á heiminum.

Tá heimið fylti 25 ár, varð skipað fyri stórum almennum hátíðarhaldi, men tað verður ikki gjørt nú, verður sagt í skrivi frá heiminum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Meinhard Hentze: Hetta var tað
190378
Mánadag 7. apríl
Góðan morgun Føroyar
190346
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308