Fleiri mál um skunkplantasjur í rættin

Fleiri mál um skunkplantasjur í rættin
Føroya rættur fer næstu tvær vikurnar at viðgerða 28 mál um skunkplantasjur við 454 plantum tilsamans
Dómsvaldið vil áseta stig fyri, nær tann seki skal dømast fongsulsrevsing, og nær hann skal rinda bót í sambandi við skunk
 
03.02.2014 - 15:10

Minsta nøgdin, sum løgreglan hevur lagt hald á heima hjá einum av ákærdu er 3 plantur og størsta er 107 plantur.

Tey ákærdu hava, sambært ákærurritinum, sum einstaklingar, vinfólk, ástarvinir ella móður og sonur, sátt og dyrkað skunkplantur.

Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at málini snúgva seg øll um skunk-plantasjur. Skunk er sterkari slag av hampi, og tað verður dyrkað innandurða. 

Vilja áseta revsistig

Revsimálini eru savnað saman fyri at dómsvaldið kann áseta stig fyri, nær tann seki skal dømast fongsulsrevsing, og nær hann skal sleppa við bót.

Støða skal eisini takast til hampfræ, sum í sjálvum sær ikki eru ólóglig í Føroyum, men tað er ólógligt at sáa tey í jørðina.

Neyðugt er at fáa staðfest, hvussu nógv fræ tú kanst hava í varðveitslu, áðrenn tú kanst verða dømdur fyri tað.

Tvey mál aftrat

Rætturin skal eisini viðgerða tvey onnur mál um skunk, har annar persónurin er ákærdur fyri at hava 280 skunkplantur í varðveitslu. Hesin persónurin er fyrr dømdur fyri líknandi lógarbrot.

Sambært ákæruvaldinum, gevur hvør skunkplanta 46 gramm av skunki, og hvørt grammið kostar 250 krónur at keypa á gøtuni í Føroyum.

Ákæruvaldið metur tí, at tann, sum hevði 280 plantur, hevði kunnað tjent 3,2 miljónir krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859