- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan kannar mál um kynsliga misnýtslu í skúla

Lærarin er skuldsettur fyri meira enn eina ferð at hava gjørt seg kynsliga inn á ein næming. Tað váttar Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, fyri Kringvarpinum.

Málið um kynsliga misnýtslu varð meldað í desember mánað í fjør. Kynsligi ágangurin skal vera farin fram í 2008 og 2009, tá næmingurin var 12 ár.

Skúlastjórin onga viðmerking

Skúlastjórin hevur onga viðmerking til málið, og vísir til Mentamálaráðið. Tey vátta, at tey hava fingið eitt slíkt mál, men at tey skulu hava stundir at seta seg inn í málið.

Lærarin, sum er skuldsettur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á næmingin, er fyribils sjúkrameldaður, meðan málið verður kannað.

Kriminalløgreglan skal gera fleiri avhoyringar í málinum. Fyrningarfreistin fyri slík mál er 10 ár.