Fleiri vindskaðar fráboðaðir kring landið

Fleiri vindskaðar fráboðaðir kring landið
Nakað av vindi hevur verið í nátt. Løgreglan hevur fingið fráboðanir í Norðoyggjum, Havn og Kollafirði
Sløkkiliðini kring landið hava í nátt fingið fráboðanir um vindskaðar í Norðoyggjum, Havn og í Kollafirði
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd  
 
27.01.2014 - 09:21

Í Klaksvík varð boðað frá at nakrar takplátur fuku runt Stangavegnum. Løgreglan ringdi til sløkkiliðið í Klaksvík, sum fór á staðið og tók sær av plátunum.

Í Árnafirði varð í gjárkvøldið boðað frá, at bylgjubrótarin í havnini hevði slitið. Klaksvíkar Havn fekk boðini, men fekk einki gjørt, tí ókyrt var í sjónum.

Í Havn var trolbáturin Skálafossur um at slíta. Boðað varð frá, at fleiri endar vórðu slitnaðir. Tórshavnar Havn fekk boðað eigaranum frá og fólk fóru umborð og bundu hann væl aftur.

Í Kollafirði var nakað av gróti komið niðan á landsvegin í tí nógva uppganginum. Landsverk kom á staðið og ruddaði grótið burtur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982