Ferðsluóhapp á Glyvrum í nátt

Ferðsluóhapp á Glyvrum í nátt
Tríggir ungir menn vóru koyrdir á Landssjúkrahúsið í nátt til kanningar eftir eitt ferðsluóhapp á Glyvrum beint eftir midnátt
Sambært politinum fekk eingin teirra álvarsligt mein av óhappinum
 
23.01.2014 - 09:38

Tveir bilar stoyttu saman. Annar bilurin skuldi av Bakkavegi inn á Glyvraveg, har hin bilurin koyrdi.

Annar bilurin fór oman av vegnum, og hin endaði á einum garði. Ein maður var í øðrum bilinum og tveir í hinum. Allir vórðu koyrdir á Landssjúkrahúsið, men sambært politinum fekk eingin teirra álvarsligt mein av óhappinum.

Sambært politinum var ov nógv ferð helst orsøkin til óhappið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835