VFF KUP verður 1. februar

VFF KUP verður 1. februar
Øll tíggju liðini í Effo-deildini luttaka í kappingini, sum venjarafelagið skipar fyri 1. februar
 
19.01.2014 - 18:00

Aftur í ár skipar venjarafelagið fyri fótbóltskapping fyri øll feløgini í effo-deildini. Kappingin er gjørd í samband við at venjarafelagið hevur ársaðalfund, og verður aðalfundurin áðrenn kappingin byrjar.

Kappingin er skipað á tann hátt, at liðini eru deild í tveir bólkar, sum eru í gongd samstundis. Hetta verður gjørt fyri at kappingin kann blíva avgreidd so skjótt sum gjørligt. Hetta er ein broyting frá í fjør, tá ein bólkur spældi um morgunin og hin um dagin.

Ein onnur broyting í mun til kappingina í fjør er, at Tórsvøllur eisini verður brúktur í innleiðandi umfarinum. 

Formaðurin í venjarafelagnum, Frankie Jensen, sigur, at hetta er ein gyltur møguleiki hjá leikarum, venjarum og dómarum at gera seg kláran til kappingina. Frankie sigur eisini at øll tíggju liðini í Effo-deildini longu hava meldað til. Ætlanin var at hava kappingina seinni á árinum, men einki annað vikuskiftið var tøkt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878