Makrelur: Íslendingar góðtaka 11,9 prosent

Makrelur: Íslendingar góðtaka 11,9 prosent
Bæði stjórnin og vinnan í Íslandi góðtaka at fáa 11,9 prosent av makrelkvotuni, sigur íslendska kringvarpið
Sigurður I. Jóhannsson er íslendskur fiskimálaráðharri
 
16.01.2014 - 08:12

Ísland góðtekur 11,9 prosent av makrelkvotuni, bæði íslendska stjórnin og íslendska vinnan.ES hevur boðið Íslandi 11,9 prosent.

Íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður I. Jóhannsson, vildi ikki vátta hetta talið, tá íslendska kringvarpið spurdi hann um tað. Men tá hann so varð spurdur, um 11,9 prosent eru í lagi, svaraði hann, at Ísland kann liva við at fáa 11,9 prosent. 

Ikki bjartskygdur

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, segði við Útvarpið í gjár, at hann er ikki longur eins bjartskygdur og hann hevur verið, nú strandarlondini enn eina ferð samráðast um makrelin. Og íslendski starvsfelagi hansara er heldur ikki bjartskygdur longur. Hann ivast nú í, um nakað kemur burtur úr samráðingunum í London: 

Siguður I. Jóhannsson sigur, at eftir samráðingarnar í London fer Ísland at taka síni stig í makrelmálinum fyri at finna eina loysn. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035