- Tíðindi, mentan og ítróttur
110 mió. kr. fleiri goldnar í lønum í fjør
Bæði í fiski- og alivinnuni og í byggivinnuni vóru lønirnar tær somu í fjør sum í 2012. Vøkstur var í tænastuvinnunum, almennu tænasturnar hækkaðu 2,3 prosent, og privatu tænasturnar hækkaðu 1,8%.
Vøksturin í alivinnuni heldur fram, og lønirnar vóru tilsamans 246 milliónir kr, 24 milliónir fleiri enn í 2012. Síðan 2005 eru lønirnar í alivinnuni trífaldaðar.
Afturgongd í fiskivinnuni
Fiskivinnan, bæði á sjógvi og landi, hevði afturgongd. Hýrurnar í 2013 vóru 765 milliónir, og tað eru sjey milliónir minni enn í 2012. Størsta afturgongdin var tó í fiskavøruídnaðinum, har lønirnar vóru 285 milliónir, 19 milliónir færri enn í 2012.
Vinnugreinarnar sjóflutningur og flutningur annars høvdu eisini stóra framgongd í 2013. Sjóflutningur vaks 6,9%, meðan flutningur annars vaks 7,8%. Tilsamans vóru lønargjaldingarnar í hesum báðum tænastum meiri enn 600 milliónir. Afturgongd var innan post/fjarskifti og fígging/trygging. Størsta vinnugreinin, almenn fyrisiting, kommunur v.m., rindaði 1.057 milliónir út í 2013, tað vóru 57 fleiri enn í 2012.
Tað er ymiskt frá ári til árs, hvussu gongdin lønarliga er hjá kynunum. Í 2011 fór øll framgongdin til mennirnar, árið eftir var tað javnt býtt, og í fjør fingu kvinnurnar størsta partin av framgongdini. Kvinnurnar áttu 74 milliónir krónur av teimum 110 milliónunum, sum vøksturin var, og menninir fingu írestandi 37 milliónirnar. Framvegis eru tað tó mennirnir, sum forvinna 60% av lønunum og kvinnurnar 40%.
Menn og kvinnur
Gongdin í lønunum hjá kvinnum og monnum er ymisk. Frá 2004 til 2007 fylgdist vøksturin hjá báðum kynum. Tá afturgongdin byrjaði í 2008 vóru tað bert lønirnar hjá monnunum, sum minkaðu. Lønarparturin hjá kvinnunum stóð í stað. Seinnu árini hevur vøksturin aftur verið javnur.
Hjá monnum var besta árið til lønir í 2007, tá teirra partur var góðar 4,4 milliardir. Síðani er lønarparturin hjá monnum minkaður, og seks ár seinni, í 2013, vóru lønirnar hjá monnunum framvegis lægri enn í 2007. Hjá kvinnunum hevur gongdin verið meira støðug. Tí kann staðfestast, at allur vøksturin í lønargjaldinum síðan 2007 er farin til kvinnurnar.
Lønartølini fevna bert um tað, sum føroyskar fyritøkur rinda út, so lønir forvunnar uttanlands eru ikki taldar við her.
Kvinnur arbeiða í tænastuvinnum
Ikki óvæntað arbeiða kvinnur og menn i ymiskum vinnugreinum. Kvinnurnar arbeiða í høvuðsheitum í almennum tænastuvinnum, tað eru heilsu- og almannaverk, almenn fyrisiting, kommunur o.l. Menninir harafturímóti eru spjaddir yvir fleiri vinnugreinar, men tað er serliga í fiskiskapi, sjóflutningi og bygging, at til ber at tosa um vinnugreinar, har nærum bara menn forvinna sína løn.
Gongdin seinastu 11 árini er greið, ein støðugt vaksandi partur av samlaðu lønargjaldingunum kemur frá tænastuvinnum, almennum eins og privatum, meðan parturin frá framleiðsluvinnunum samanlagt er minkandi. Fyri tíggju árum síðani vóru tænastuvinnurnar 60% av lønunum, men seinnu árini eru tær vaksnar til 70%.