- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vága Floghavn grundgevur ikki fyri tollfríu søluni
Stórt arbeiði lá aftan fyri tilboðini, sum Vága Floghavn fekk upp á tollfríu søluna á flogvøllinum. Nógv tíð, nógv orka og nógvir pengar eru brúktir til at gera tilboðini.Tað viðgongur P/f Vága Floghavn. Men kortini kundi felagið einki tilboð brúka. Felagið avgjørdi at brúka rættin, sum tað tilskilaði sær í útbjóðingini, at avlýsa útboðið.
Vága Floghavn hevur givið Vinnumálaráðnum frágreiðing, eftir at Smyril Line gjørdi vart við ónøgd sína.Smyril Line átti besta boðið upp á tollfríu søluna.
Klárt at skriva undir
Sambært Smyril Line vóru samráðingarnar við Vága Floghavn lidnar, og klárt var skriva undir sáttmálan, tá Vága Floghavn avlýsti útboðið, tí nú skuldi Vága Floghavn sjálv selja tollfrítt, og vørurnar skulu keypast frá heilsøluni Heinemann, sum Smyril Line brúkti í sínum tilboði.Smyril Line stendur eftir við einari rokning upp á nakrar hundrað túsund krónur, sum vórðu brúktar til at gera tilboðið.
Vága Floghavn sigur í frágreiðing sínari til Vinnumálaráðið, at henni nýtist ikki at grundgeva fyri avgerð sínari. Niðurstøðan var, at besta loysnin fyri flogvøllin og føroyska flogvinnu er uttan fyri karmarnar um útboðið. Tí varð útboðið avlýst.
Vinnumálaráðið skuldi viðgera frágreiðingina frá P/f Vága Floghavn í dag. Men Vinnumálaráðið, sum varðar av øllum partapeninginum í felagnum, fer neyvan at leggja seg útí, hvussu nevnd og leiðsla reka felagið.
Ikki kærumyndugleiki
Vinnumálaráðið velur nevndina í felagnum á aðalfundinum. Annars fær P/f Vága Floghavn frið fyri Vinnumálaráðnum. Vinnumálaráðið er ikki kærumyndugleiki hjá teimum, sum eru misnøgd við Vága Floghavn. Eingin kærumyndugleiki er.
Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, sigur, at har gera tey ikki meira við málið. Tey fáa ikki gjørt annað enn at vísa Vinnumálaráðnum á ónøgdina við framferðina hjá Vága Floghavn. Og tað hevur Smyril Line gjørt, sigur stjórin.