- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trolari tikin fyri at tveita fisk fyri borð
Norska fiskiveiðueftirlitið hevur tikið ein russiskan trolara og skuldsett skiparan fyri ólógliga at hava tveitt fisk fyri borð aftur.
Norska fiskiveiðueftirlitið kom til Tromsø við trolaranum í gjárkvøldið, og málið er latið løgregluni.
Russiska tíðindastovan, RIA Novosti, endurgevur ein talsmann í russiska fiskimálaráðnum, sum sigur, at tað er gerandiskostur, at norska fiskiveiðueftirlitið tekur russisk skip, og skuldsetir tey fyri at tveita fisk útaftur.
Fór gjøgnum lensiportrið
Skiparin á trolaranum sigur við ein annan miðil, og nakað av fiski fór út ígjøgnum eitt lensiportur, sum brek var á. Hann sigur eisini, at russiska sendistovan í Oslo tekur sær av málinum, og ætlanin er at fáa skipið útaftur so skjótt sum gjørligt.
Norsku myndugleikarnir siga, at tað er ikki óvanligt at russisk skip tveita fisk fyri borð aftur, og tað er tí, at kvotan av einum ávísum fiskaslag er uppi. Men tað er ólógligt at tveita fisk fyri borð, sigur ein talsmaður fyri norsku myndugleikarnar.