Stjórar skulu ikki hava fráfaringarløn

Stjórar skulu ikki hava fráfaringarløn
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur sent aðalráðunum bræv um ikki at gera stjórasáttmálar við fráfaringarløn
 
14.01.2014 - 09:39

Tað kostar landinum ov nógv at sleppa sær av við almennar stjórar.

Tað heldur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.

Eina viku fyri jól sendi Fíggjarmálaráðið øllum aðalráðunum stutt bræv, har sum aðalráðini verða biðin um ikki at geva stjórum serliga fráfaringarsamsýning.

Løn og samsýning

Í brævinum stendur, at í stjórasáttmálunum hjá landinum eru ásetingar um fráfaringarsamsýning, tá stjórar verða uppsagdir. Umframt uppsagnarløn í seks mánaðir, fáa stjórarnir fráfaringarsamsýning, sum svarar til seks mánaðarlønir afturat. 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil ikki, at tílík samsýning verður í nýggjum stjórasáttmálum, stendur í brævinum frá Fíggjarmálaráðnum. 

Aðalráðini eru tí biðin um ikki at gera stjórasáttmálar við serligari fráfaringarsamsýning.      

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519