Makrelur: Norra og Ísland ósamd um tilboð

Makrelur: Norra og Ísland ósamd um tilboð
Norska stjórnin vil ikki lata íslendingum og føroyingum meira enn 8-10 prosent av makrelkvotuni. ES hevur boðið Føroyum 11,9 prosent
 
14.01.2014 - 11:14

Norra og ES eru ósamd um eitt tilboð til Ísland og Føroyar, nú makrelsamráðingarnar byrja í London í morgin. Ætlanin var, at Norra og ES skuldu hava eitt felags tilboð við til samráðingarborðið, men eingin semja er funnin.

Fiskeribladet/Fiskaren skrivar, at norska stjórnin er ikki sinnað at lata íslendingum og føroyingum meira enn millum átta og tíggju prosent av kvotuni. Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommisserur, hevur fyrr skotið upp, at Føroyar fáa 11,9 prosent av kvotuni.

Skulu føroyingar hava hægri kvotu, skal ES lata tað av sínari kvotu, siga norskir myndugleikar.

 

Norra og Danmark ímóti

Norra og Danmark vóru harðliga ímóti tilboðnum. Umboð fyri uppsjóvarvinnuna søgdu tá, at ES og Norra hava verið samd um eina kós, men Damanaki darvaði samráðingunum, nú hon av sínum eingtingum bjóðaði føroyingum størri part av makrelkvotuni, uttan at tosa við Norra fyrst.

Føroyar vrakaðu tilboðið, tí tað var ov langt burtur frá teimum 15 prosentunum, sum føroyingar krevja. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur kortini sagt, at líkindini fyri semju eru góð, tí partarnar flyta seg nærri hvør øðrum.

ES og Ísland eru samd um lutin hjá Íslandi í heildarkvotuni næsta ár.

Føroyar og Ísland

Men Norra og ES, sum annars hava verið í parti undir samráðingunum, eru ikki samd um, hvussu stóran part av heildarkvotuni Ísland og Føroyar skulu hava. Norra fer heldur ikki at taka undir við at lata Íslandi og Føroyum størri kvotu, um tað ikki er greitt, hvussu mong ár avtalan skal vera í gildi.

Samráðingarumfarið um makrelin byrjar í morgin og endar fríggjadagin. Áleið 20 samráðingarumfør hava verið, síðani Føroyar kravdu størri part av heildarkvotuni í 2009.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035