Línuskip fáa kvotuna á Flemish Cap

Línuskip fáa kvotuna á Flemish Cap
Kvotan er 3.246 tons, og nøkur fiskiloyvi eru longu fiskað
 
14.01.2014 - 07:50

Línuskipini fingu í gjár loyvi frá Fiskimálaráðnum at fiska føroysku toskakvotuna á Flemish Cap í ár. Kvotan er 3.246 tons.

Nøkur fiskiloyvi eru longu skrivað.

Fiskimálaráðið hevur ikki býtt kvotuna millum línuskipini. Tey hava loyvi til at fiska av felagskvotuni til kvotan er uppi.

Línuskipini høvdu góðan fiskiskap á Flemish Cap í fjør. Men fiskiloyvini komu so seint, ikki fyrr enn seint í apríl, at skipini høvdu ikki rættiliga stundir at fyrireika seg til fiskiskapin á fjarleiðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740