Íbúðir á Heimasta Horni til leiguíbúðir

Íbúðir á Heimasta Horni til leiguíbúðir
Bústaðir fara at keypa tveir íbúðarbygningar við tilsamans 24 íbúðum frá BankNordik. Íbúðirnar verða leigaðar út fyri 5.000-6000 kr. um mánaðin
Mynd: Skyn  
 
14.01.2014 - 08:29

Bústaðir fara keypa tveir íbúðarbygningar á Heimasta Horni frá BankNordik. Avtalan er ikki undirskrivað, men partarnir eru samdir um innihaldið í avtaluni og flestu týdningarmiklu viðurskiftini. 

12 íbúðir eru í hvørjum bygningi, og sostatt keypa Bústaðir tilsamans 24 íbúðir, sum eru umleið 100 fermetrar til støddar. Bústaðir vænta, sum skilst, at kunna leiga íbúðirnar á Heimasta Horni út fyri millum 5.000 og 6.000 krónur um mánaðin, umframt føstu útreiðslurnar.

Fleiri ætlanir

Bústaðir hava fleiri byggiætlanir, m.a. eina ætlan um at byggja 12 íbúðir beint oman fyri Skansan í Havn, og eina ætlan á Óðinshædd í Havn um 24 íbúðir. Bústaðir hava eisini ætlanir um at byggja 30 íbúðir í Klaksvík. Henda byggiætlanin er í samstarvi við Klaksvíkar kommunu.

Og Bústaðir hava fleiri aðrar ætlanir um at byggja íbúðir aðrastaðni í landinum. Bíligar leiguíbúðir skulu byggjast í Sørvági, í Sundalagnum og í Suðuroynni

Fámæltur stjóri

Stjórin í Bústøðum, Andras Róin, váttar, at samráðingar eru við BankNordik, men meira vil hann ikki siga. Samráðingarnar eru ikki lidnar enn, og stjórin vil ikki ávirka samráðingarnar við bankan við at úttala seg alment um málið nú. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740