- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flemish Cap: Línuskip og trolarar fingið loyvi
Línuskip og nakrir lemmatrolarar hava fingið loyvi at fiska burtur av felagskvotuni á Flemish Cap í ár. Kvotan er tilsamans 3.256 tons.
Fýra lemmatrolarar hava higartil fingið loyvi frá Vørn at fara til Nýfundlands, teir eru: Phoenix úr Hósvík, Brestir og Vesturleiki úr Sørvági og Sjagaklettur úr Hvalba. Fýra línuskip hava higartil fingið loyvi at fara vestur um hav, tey eru: Eysturoyingur, Mascot, Sigmund og Váðasteinur.
Trolarar fiskaðu lítið
Trolarar vóru eisini í Ný Foundlandi í fjør, men hjá teimum gekst ikki serliga væl, og teir vóru bert tann eina túrin. Línuskipini sum royndu eydnuna í Ný Foundlandi høvdu góðan fiskiskap, uppí 50-60.000 pund um dagin.
Váðasteinur var flest túrar í Nýfundlandi, fýra túrar tilsamans. Teir fingu uppí hvønn túr.