Byggja nú sambýli á Strondum

Byggja nú sambýli á Strondum
Heimið verður mett at kosta tíggju milliónir kr., og skattaprosentið hækkar í trý ár.
 
14.01.2014 - 07:58

Arbeiðið at byggja sambýli á Strondum er byrjað.

Leygardagin varð spakin settur í grundstykkið í Dávagerði, oman fyri skúlan.  

Sambýlið er mett at kosta Sjóvar kommunu tíggju milliónir krónur. Í fíggjarætlanini fyri 2014 eru 9,5 mió. kr. settar av til sambýlið. Nettoskuldin hjá Sjóvar kommununi er 17 mió.kr. Álíkningin er 26 mió.kr., so Sjóvar kommuna hevur nakað at taka av, áðrenn hon kemur upp undir skuldarhámarkið.

Hækka skattaprosentið

Men fyri at fíggja verkætlanina í Dávagerði er skattaprosentið hækkað eitt prosentstig í trý ár, til 2016. Tað fer at geva 1,1 mió. krónur meira í kommunukassan um árið, so kommunan fer ikki upp um skuldarhámarkið, sum er ein álíkning. 

Bygdarráðið hevur eisini samtykt at byggja íbúðir í Dávagerði. Nakrar teirra skulu hava tilknýti til sambýlið, so tey, sum búgva í hesum íbúðunum, kunnu fáa tænastur og umsorgan frá starvsfólki í sambýlinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740