- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bústaðir keypa íbúðir fyri slakar 40 mió. kr
Bústaðir hava keypt 24 íbúðir á Heimasta Horni í Havn frá SP/F Íbúðium Undir Gráasteini, ið BankNordik hevur fíggjað.
Talan er um Heimasta Horn nr. 36 og nr. 38, ið eru vestastu eindirnar í byggingini, eru høvuðsumvældar. Bústaðafelagið yvirtekur nú íbúðirnar. Søluprísurin er 38,4 mió. krónur.
1200 limir
Bústaðafelagið, sum fór at tekna limir í heyst, hevur umleið 1200 limir, ið vilja hava leigubústað í Suðurstreymoy. Hóast fleiri verkætlanir eru á veg í Havn, gongur eitt ár, til tær fyrstu íbúðirnar verða tøkar.
- Keypið ger, at vit kunnu framskunda okkara útboð av leigubústøðum í høvuðsstaðarøkinum, og møta stóra eftirspurninginum, sigur Andras Róin, stjóri á Bústøðum.
Væntandi verða íbúðirnar á Heimasta Horni klárar at flyta inn í fyrst í mai mánaði.