- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atlants Kolvetni borar í Barentshavinum
Virksemið hjá Atlantic Petroleum í Norra byrjaði av álvara í morgun, tá byrjað varð at bora Langlitinden brunnin í Barentshavinum.
Atlantic Petroleum eigur tíggju prosent av loyvinum. Felagið ber tí tíggju prosent av kostnaðinum. Men verður olja funnin, fær Atlantic Petroleum tíggju prosent av inntøkunum.
Ikki stórar útreiðslur
Útreiðslurnar verða tó ikki so stórar. Gevur leitingin einki úrslit, fáa feløgini 78 prosent av útreiðslunum úr norska statskassanum. Boringin í Barentshavinum er mett at vara 50 dagar. Dýpið er 340 metrar.
Langlitinden brunnurin er tann fyrsti av fýra, sum Atlantic Petroleum eigur lut í nú í 2014. Atlantic Petroleum verður við í einum brunni í Onglandi og einum í Føroyum í vár og einum í Norra í heyst.