- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stakk við knívi: Fólk úr Danmark at kanna málið
Løgreglan í Føroyum hevur sent boð eftir tveimum tøkningum úr Danmark at kanna gerningsstaðið, har ein 47 ára gamal maður varð stungin leygarkvøldið í einum íbúðarbygningi í vesturbýnum í Havn.
Ein 52 ára gamal maður var á vitjan í íbúðini hjá einum 47 ára gomlum manni. Teir fóru til hendurs, og 47 ára gamli maðurin stakk hin fýra ferðir í búkin og eina ferð í lærið.
Maðurin, sum varð stungin, megnaði sjálvur at koyra á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum at fáa hjálp. Læknar meldaðu síðani tilburðin til løgregluna. Stutt eftir varð 47 ára gamli maðurin handtikin í íbúð síni.
Var ikki staddur í rættinum
Grundlógaravhoyring var seinnapartin í gjár, men 47 ára gamli var so mikið illa fyri sálarliga, at hann var ikki staddur í rættinum. Hann er lagdur inn á psykiatrisku deild.
Grundlógaravhoyring verður aftur, tá læknar meta, at maðurin er so mikið frægur, at hann kann møta í rættinum.
Sambært Bergleivi Brimvík, leiðara á kriminaldeildini, brúkti maðurin ein stóran køksknív at stinga við. Talan er ikki um gamlar kenningar hjá løgregluni, sigur Bergleif Brimvík.