- Tíðindi, mentan og ítróttur
Shefa-kaðalin settur til aftur
Um vikuskiftið varð Shefa-kaðalin umvældur, so hann nú aftur virkar, sum hann skal. Tað boðar Føroya Tele frá fyrrapartin
Shefa-kaðalin slitnaði 28. desember, stutt úr landi á Oyrknoyggjum, har tey flestu brekini hava verið, síðani kaðalin var lagdur. Shefa-kaðalin er slitnaður 15 ferðir síðani 2007. Hann gongur úr Føroyum til Hetlands, síðani til Orknoyggjarnar, og fer so í land í Norðurskotlandi.
Men av tí at brotið hesa ferð var inni við land, gjørdist umvælingin heldur truplari.
Umfatandi umvæling
Eitt kaðalskip kom annars skjótt til økið, og fólk frá Føroya Tele hava verið á staðnum. Men av tí at arbeiðið gjørdist so umfatandi, hevur tað tikið útvið 14 dagar at umvæla kaðalin. Seinnapartin gjár varð Shefa-kaðalin settur til aftur, og virkar nú, sum hann skal.
Føroya Tele hevur orsakað av mongu brekunum, gjørt av at leggja Shefa-kaðalin av nýggjum, har tað er mest árent. Hetta arbeiðið er byrjað. Kanningar verða gjørdar, og síðani verður farið at gera arbeiðið, sum vónandi verður liðugt í ár, sigur Føroya Tele.