Prísvøksturin steðgaður - prístalið lækkaði í fjør

Prísvøksturin steðgaður - prístalið lækkaði í fjør
Bæði býliskostnaðurin og brennioljan eru lækkað, men elprísurin er hækkaður
 
13.01.2014 - 14:13

Prísvøksturin er steðgaður í Føroyum. 

Brúkaraprístalið lækkaði í fjør. Miðalbrúkaraprístalið lækkaði 0,6 prosent í 2013. Árini frammanundan hækkaði prístalið 2,1 prosent í 2012 og 2,3 prosent í 2011, upplýsir Hagstovan.

Rentan og oljuprísurin gera mun

Tað er fyrst og fremst miðalrentan á bústaðarlánum, sum hevur drigið býliskostnaðin niður, miðalrentan er lækkað 7,8 prosent. Og prísurin á brenniolju er lækkaður 3,4 prosent, men elprísurin er tó hækkaður 3,1 prosent.

Prístalið lækkaði eisini í øðrum nýtslubólkum í 2013, mest í samskifti, 2,9 prosent, og eitt nú innbúgv og húsbúnaður eru vorðin bíligari, prístalið lækkaði 1,3 prosent í fjør.

Klæði og skógvar gjørdust dýrari í fjør, 1,3 prosent, og matvøruprísirnir hækkaðu 0,4 prosent.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740