Íslendingar rýma úr fólkakirkjuni

Íslendingar rýma úr fólkakirkjuni
1.037 fólk meldaðu seg úr íslendsku kirkjuni seinasta ársfjórðing í fjør
Alt fleiri íslendingar taka seg úr fólkakirkjuni
Mynd: Thorsteinn H. Ingibergsson  
 
13.01.2014 - 15:36

Alt fleiri íslendingar melda seg úr fólkakirkjuni.

1.037 fólk meldaðu seg úr íslendsku kirkjuni frá 1. oktober til 31. desember í fjør. Sama tíðarskeið meldaðu 100 fólk seg inn í kirkjuna, og sostatt eru samanlagt 936 fólk fleiri farin úr kirkjuni, enn hava teknað seg sum lim í kirkjuni. 

Av teimum, sum fóru úr fólkakirkjuni,  fóru 242 upp í  fríkirkjur, vísa tøl hjá íslendsku Hagstovuni, sum hevur savnað saman nýggj tøl um limaskap í átrúnaðarligum felagsskapum.

Tølini vísa eisini, at 346 fólk fleiri fóru úr átrúnaðarligum felagsskapum, enn tað løgdust til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740