- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsrættað tilboð til fólk við sálarsjúku
1.februar fer Almannamálaráðið at lata stuðul til arbeiðsrættað tilboð til fólk við sálarsjúku ella sálarligum trupulleikum.
Tvær milliónir krónur eru á fíggjarlógini fyri 2014 til slíkt tilboð, sum hevur fountain hús sum fyrimynd. Í øðrum londum hjálpa fountain hús fólki við sálarsjúkum út á arbeiðsmarknaðin.
Almannamálaráðið bað fríggjadagin um umsóknir, og umsóknarfreistin er til 24.januar.Bara felagsskapir, ikki einstaklingar, kunnu søkja um stuðul.
Savna dulnevndar upplýsingar
Umsóknir skulu vera grundaðar á fíggjarætlan fyri árini, sum verkætlanin fevnir um. Eisini skulu átøk og virksemi felagsins fyri stuðulsárini verða lýst í umsóknini. Verður øll játtanin, tvær milliónir krónur, ikki brúkt í fyrsta umfari, verður lýst eftir fleiri umsóknum við nýggjari freist, upplýsir Almannamálaráðið.
Tey, sum fáa stuðulin, binda seg til at lata Almannamálaráðnum hagtøl um virksemið, sum stuðulin verður brúktur til. Treytin í reglugerðini fyri stuðulin er, at felagsskapurin savnar dulnevndar upplýsingar um fólk, sum venda sær til felagsskapin og brúka tilboðini hjá felagsskapinum.