- Tíðindi, mentan og ítróttur
116.000 vóru á Býarbókasavninum í fjør
116.000 vóru á Býarbókasavninum í fjør
12 prosent fleiri fólk vóru á bókasavninum, men útlánið minkaði tað sama, 12 prosent
13.01.2014 - 09:29
Ongantíð áður hava so nógv fólk verið á Býarbókasavninum í Havn sum í fjør.
116.000 fólk vóru á savninum í fjør, 12 prosent fleiri enn í 2012, sum annars var metárið. Men fólk fara ikki bara á bókasavnið at læna bøkur, tí samstundis sum 12 prosent fleiri fólk vóru á savninum í fjør minkaði útlánið tað sama, 12 prosent.
Nógv almenn tiltøk vóru á Býarbókasavninum í fjør.
Fólk læna nú færri bøkur á donskum, men fleiri føroyskar og enskar bøkur. Og útlánið hjá skúlabókasøvnunum vaks í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV