- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðsluvanlukka á Argjum kravt eitt mannalív
Ferðsluvanlukka á Argjum kravt eitt mannalív
Ein 17 ára gomul genta lat í nátt lív í ferðsluvanlukku á Argjum. Tríggir mans eru innlagdir á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluvanlukkuna
Mynd: Google Maps/KvF
11.01.2014 - 07:03
Klokkan 3:16 í nátt fekk alarmsentralurin fráboðan um eina ferðsluvanlukku á Støðlagøtu á Argjum. Ein bilur við fýra ungum fólkum koyrdi eftir Traðargøta oman móti Støðlagøtu.
Bilurin fór oman av vegnum við Sandágøtu (frámerkt á kortinum) og endaði niðri á Støðlagøtu. Ein 17 ára gomul genta, sum var í bilinum, doyði á staðnum.
SÍ EISINI Ferðsluvanlukkan: Avhoyringar í dag
Tríggir ungir mans eru fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar. Teir tríggir hava helst ikki fingið álvarsligan skaða, verður upplýst á politistøðini í Havn.
Politiið kannar nú orsøkina til ferðsluvanlukkuna á Argjum í nátt. Tey avvarðandi eru kunnað um ferðsluvanlukkuna.
Nýggjastu sendingar í ÚV