Oljuleiting gevur Atlantic millióna inntøkur

Oljuleiting gevur Atlantic millióna inntøkur
Atlantsflog vann kappingina, og felagið fær millum 26 og 41 milliónir kr. í inntøkum
Tað verður ein tyrla av hesum slagnum, sum Atlantic fer at langtíðarleiga til oljuflúgvingina
 
10.01.2014 - 08:05

Sáttmálin um flúgving, sum Atlantic Airways hevur gjørt við Statoil, fer at geva flogfelagnum millum 26 og 41 mió. kr. í inntøkum.

Atlantic Airways kunngjørdi í gjár í keypsskálunum í Keypmannahavn og Reykjavík, at felagið vann kappingina um flúgvingina, nú Statoil fer at leita eftir olju við Føroyar í ár. 

Atlantic Airways skal flúgva millum Vágar og oljupallin við tyrlu, sum verður langtíðarleigað til endamálið. Tað verður ein AW139 tyrla, sum tekur 15 ferðafólk.

Flogførini hjá Atlantic Airways skulu eisini flyta fólkini, sum arbeiða við oljuleitingini, til Føroya og úr Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740