- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin frágreiðing í dag
Eingin frágreiðing í dag
Umsitingin hjá Tórshavnar Kommunu er ikki liðug at kanna málið um møguligt fíggjarligt óreglusemi í Frítíðarskúlanum í Hoyvík
10.01.2014 - 17:41
Tað var fyrsti varamaður hjá Javnaðarflokkinum í býráðnum, Levi Mørk, sum var leiðari har til í november í fjør.
Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu kunnaði fíggjarnevndina hjá býráðnum mánadagin, og ætlanin var, at kanningin hjá umsitingini skuldi vera liðug í dag.
Tað er hon ikki, og limirnir í fíggjarnevndini hava fingið boð um, at kanningin helst verður liðug mánadagin, og at umsitingin fer tá at kunna fíggjarnevndina um málið.
Levi Mørk var leiðari í Frítíðarskúlanum í Hoyvík frá 2006 til hann segði seg úr starvinum í november í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV