- Tíðindi, mentan og ítróttur
BankNordik: Úrslitið nógv verri enn væntað
Úrslitið hjá BankNordik í fjør verður nakrar tíggjutals milliónir, millum 30 og 75, verri enn áður væntað.
BankNordik boðar í morgun frá, at sambært fyribils meting, verður úrslitið millum 85-100 milliónir krónur í 2013 fyri virðisjavnan og skatt. Fyrr væntaði bankin, at úrslitið gjørdist millum 130-160 milliónir krónur. Í 2012 var úrslitið 102 milliónir kr.
Størri niðurskrivingar og ódnir
Niðurskrivingarnar eru størri, og ódnirnar í desember gera íkastið frá Trygd 10 milliónir krónur minni enn væntað.
Niðurskrivingarnar upp á útlán verða væntandi 145-150 milliónir krónur í 2013. Tær vóru 115 milliónir krónur í 2012. Niðurskrivingarnar stava í høvuðsheitum frá privatkundum og smærri vinnukundum, sigur bankin.
BankNordik ætlar at almannakunngera roknskapin fyri 2013 tann 27.februar.