Bæði land og kommunur meiri í skatti

Bæði land og kommunur meiri í skatti
Meðal kommunuskattaprosentið lækkaði 0,19 prosent í fjør

09.01.2014 - 14:58

Bæði land og kommunur fingu meiri í skatti í fjør, upplýsir Taks

Skattainntøkan hjá landskassanum var ein milliard og 250 milliónir krónur, og tað eru 25 milliónir fleiri enn í 2012. Inntøkurnar frá eftirlønarskatti vóru slakar 235 milliónir kr, og kirkjuskatturin vaks 1,2 milliónir kr.

Tak niður skjal: Yvirlit yvir fyribilsskattin (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Kommurnar fingu eina milliard og 430 milliónir krónur í skatti í fjør. Tað er nakað meiri enn í 2012.

Meðal kommunuskattaprosentið fyri 2013 var 21,15 samanborið við 21,34 í 2012. Tá hugsað verður um, at kommunuskattaprosentið er lækkað 0,19%, eru hækkingarnar í landsskattinum og kommunuskattinum á leið tær somu í 2013 samanborið við árið fyri, sigur Taks.

Tak niður skjal: Yvirlit yvir kommunuskattin (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740