- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stevnir BankNordik fyri vantandi trygd
Eigarin av fyritøkuni Vælvera Fitness, Rune Petersen, hevur nú stevnt BankNordik fyri ikki at hava havt nóg góða trygd á netbankanum, tá 500.000 krónur vórðu stolnar av kontuni hjá fyritøku hansara í fjør.
Tað skrivar Vágaportalurin.
Tað var í mai í fjør, at teldusníkar lensaðu kontuna hjá venjingarmiðstøðini, meðan Rune Petersen var á netbankanum. Stuldurin varð meldaður til løgregluna, sum kannaði málið, men nú vil Rune Petersen hava rættin at staðfesta, at BankNordik hevur ábyrgd av, at hansara fyritøka hevur mist pening vegna vantandi trygd.
Undrast
Við Vágaportalin sigur Rune Petersen, at hann undrast á, at bankin ikki vil viðurkenna síni egnu mistøk, eftirsum bankin beint eftir tjóvaríið herdi um netbankatrygdina og setti fleiri trygartiltøk í verk.
Hetta tekur hann sum prógv um, at trygdarstøðan ikki var nóg góð frammanundan, sigur hann við heimasíðuna.
BankNordik vil ikki gera nakrar viðmerkingar til ítøkiliga málið, men John Rajani, stjóri, sigur tó við Vágaportalin, at bankin heldur, at tað er í fínasta lagi, at Rune Petersen nú fer í rættin fyri at fáa eina avkláring.