- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hans Johannes á Brúgv stjóri hesa vikuna afturat
Hans Johannes á Brúgv heldur fram sum stjóri á Strandferðsluni, tað sum er eftir at vikuni.
Tað sigur aðalstjórin í Vinnumálaráðnum, Bjørgfríð Ludvig.
Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, var sjúkrameldaður til í gjár, og sambært aðalstjóranum í Vinnumálaráðnum, er hann ikki sjúkrameldaður meira, men í starvi hjá Strandferðsluni. Men aðalstjórin sigur, at ongin niðurstøða er gjørd annars viðvíkjandi stjóranum á Strandferðsluni, og hon vil ikki gera aðrar viðmerkingar til málið.
Nú, Hans Johannes á Brúgv heldur fram sum stjóri á Strandferðsluni hesa vikuna, heldur Jákup Kristian Poulsen fram sum stjóri á Skipaeftirlitinum, har Hans Johannes á Brúgv annars er stjóri.