- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar ikki áhugaverdar hjá Air France/KLM
Air France/KLM fer ikki at flúgva upp á Føroyar.
Tað sigur stjórin hjá Air France/KLM í Danmark, Guillaume Glass, við heimasíðuna Check-in.dk, sambært Vágaportalinum
- Vit hava ongar ætlanir at flúgva til Føroya næstu árini, tí marknaðurin er ikki nóg stórur, sigur hann við donsku heimasíðuna.
Í Føroyum í fjør
Í fjør vóru umboð fyri Air France/KLM í Føroyum og kannaðu viðurskiftini í Vágum.
Chek-in skrivar, at flogfelagið sigur Norðurlond at vera sín heimamarknað, og tí hevði verið nátúrligt eisini at knýtt Føroyar upp í rutukervið. Air France/KLM flýgur frammundan til floghavnir í Danmark, Noregi og Svøríki.
Men sambært Check-in.dk er líkt til, at hetta verður av ongum, ið hvussu er í hesum umfari.