- Tíðindi, mentan og ítróttur
TAKS: Meiri ólógligur heilivágur í fjør
Tolleftirlitið hjá TAKS staðfesti í fjør vøkstur av ólógligum innflutningi av heilivági. Í 2013 varð lagt hald á 242 sendingar av heilivági samanborið við 134 sendingar í 2012.
Talan er um sendingar, sum eru innfluttar sum postur. Hetta er heilivágur av ymiskum slag, sum privatpersónar keypa á netinum frá ymiskum útlendskum seljarum. Í útlandinum eru tað fleiri og fleiri seljarar, internetapotek, sum bjóða seg fram at selja heilivágin. Lítið og einki eftirlit er við, hvat framleitt verður, og hvørjum evnum framleiðslan verður gjørd burturúr.
Kann vera vandamikið
Nýtsla av slíkum heilivági kann vera vandamikil. Sambært HOD (Helse- og omsorgsdepartementet) kann heilivágurin bæði verða dálkaður, ikki hava røttu virkandi evnini, hava skeivan skamt og innihalda onnur evni, enn lýsingin sigur. Tað kann hava við sær eitran, hjáárin, og í ringasta føri skaða heilsuna.
Í Føroyum er tað bert Apoteksverkið, sum hevur loyvi til at flyta inn og selja heilivág.
TAKS heldur aftur
Heilivágurin, sum onnur enn Apoteksverkið flyta inn, verður afturhildin av TAKS og burturbeindur. Talan er ofta um rættiliga kostnaðarmiklan heilivág, sum keyparin ikki kann fáa útflýggjaðan.Tí missir keyparin peningin, hann hevur goldið fyri ólógliga heilivágin.
Tað er ein partur av tolleftirlitsarbeiðinum hjá TAKS at tryggja fólkaheilsuna við m.a. at steðga ólógligum innflutningi av ólógligum heilivági.