- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rani í Billustovu eyðmerktur
Rani í Billustovu eyðmerktur
400 fólk vóru við í sjálvbodnu leitingini leygardagin, tá líkið varð funnið
06.01.2014 - 12:42
Líkið, sum varð funnið í Rættargjógv í Oyndarfirði leygardagin, er av 20 ára gamla Rana í Billustovu, sum leitað hevur verið eftir, síðani ferðsluvanlukkuna í Oyndarfirði leygarmorgunin 28. desember.
Tað upplýsir løgreglan fyrrapartin.
Líkið er endaliga eyðmerkt, og staðfest er, at talan er um Rana í Billustovu.
Leygardagin varð skipað fyri umfatandi leiting, sum sjálvboðin tóku stig til. Eini 400 fólk vóru við í leitingini, og seinnapartin leygardagin varð líkið funnið í Rættargjógv, har bilurin fór útav.
Nýggjastu sendingar í ÚV