Traumatiskar hendingar ávirka sálarliga menning

Traumatiskar hendingar ávirka sálarliga menning
Tóra Petersen, sálarfrøðingur, hevur gjørt kanning millum allar næmingar í 8. flokki í Føroyum.
Tóra Petersen, sálafrøðingur, sum hevur gjørt kanningina
 
03.01.2014 - 08:07

At vera fyri traumatiskum hendingum ávirkar sálarligu menningina og økir munandi um vandan fyri neiligari menning. Tí er av stórum týdningi, at fyribyrging og viðgerð verður veitt, so negativu avleiðingarnar verða so fáar sum gjørligt. 

Tað er niðurstøðan í grein, sum sálarfrøðingurin, Tóra Petersen, hevur verið til at skrivað, og sum í desember varð almannakunngjørd í altjóða tíðarriti.

Greinin byggir á kanning av øllum 8. floks næmingum í Føroyum. Kannað varð, um tey ungu kunnu bólkast eftir, hvørjum traumatiskum upplivingum tey høvdu verið fyri, og hvørji eyðkenni vóru fyri sálarløstunum. 

Hóttanir um harðskap

Kanningin staðfestir, at 81 prosent av teimum spurdu siga seg ikki hava verið fyri traumatiskum hendingum, men hava tó upplivað nakað av hóttanum um harðskap og happing og hava eyðkenni sum strongd, tunglyndi og kropslig eyðkenni.  

14 prosent - lutfalsliga flest dreingir - eru í hægsta vandabólkinum og hava verið fyri hóttanum um harðskap, kropsligum álopi og happing og hava eyðkenni sum eitt nú strongd og tunglyndi. Fimm prosent hava verið fyri fleiri álvarsligum hendingum, tó uttan hóttanir um harðskap. Eyðkennini eru strongd og tunglyndi. 

Í alt 687 næmingar, sum ganga í 8. flokki í Føroyum vóru við í kanningini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Tájól í Meðalbý.
185911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737