Pedagogar viðgera sáttmálastøðuna

Pedagogar viðgera sáttmálastøðuna
Felagið kann ikki slaka meira, sigur forkvinnan í Pedagogfelagnum
Maud Wang Hansen er forkvinna í Pedagogfelagnum
 
03.01.2014 - 10:32

Tað er framvegis ógreitt, hvussu verður við sáttmálanum hjá Pedagogfelagnum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Eingin semja fekst millum partarnar, og semingsmenninir vórðu tí boðsendir fyrst í desember. Men heldur ikki tað gav nakað úrslit. 

Samráðingarnar millum Pedagogfelagið og almennu arbeiðsgevararnar um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi tann 1. oktober, byrjaðu tann 28. august. 

Ósemja um útrokningar

Komið var væl áleiðis, men tann 3. desember gjørdust partarnir ósamdir um um útrokningar í sambamdi við, at farast skal undir at rokna viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð út í krónum og oyrum til at rokna tær í prosentum av lønini.

Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, er í løtuni stødd uttanlands, men er á veg heim til Føroya. Hon sigur, at komið var hagar til í samráðingunum, at Pedagogfelagið kundi ikki slaka meira í prinsipiellum viðurskiftum. Hvørji hesi viðurskifti eru, vil Maud Wang Hansen ikki siga. 

Fundur mánadagin

Pedagogfelagið fer mánadagin at viðgera støðuna av nýggjum, og hvat nú skal henda, sigur Maud Wang Hansen. Felagið hevur enn ikki boðað frá tiltøkum ella  verkfalli, og tað er ein spurningur, sum støða skal takast til. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Tájól í Meðalbý.
185911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737