Skúvoyarferjan á veg til Føroya

Skúvoyarferjan á veg til Føroya
Gongst sum ætlað verður hon sett í sigling í vár
 
02.01.2014 - 13:03

Nýggja skúvoyarferjan er á veg til landið í dag við farmskipi. Ferjan verður ikki hivað upp, fyrr enn farmaskipið kemur á Havnina í morgin, tí fyrst skal tað á Fuglafjørð.

Ferjan, sum skal avloysa Sildberan, er bygd í 1994. Hon tekur 30-36 fólk og fimm tons av farmi. Landsstýrið bað um um tríggjar milliónir krónur at keypa skipið fyri, sýna botnin og at taka tað heim til Føroya.

Klassakrøv

Harumframt skulu hálva fjórða millión krónur brúkast upp á at umbyggja og uppstiga skipið, so tað lýkur øll klassakrøv. Skipið skal hava nýggjan motor og nýggjan krana, og tað skal eisini sandblásast.

At keypa og uppstiga skipið fer sostatt at kosta hálva sjeyndu millión krónur. Gongst sum ætlað verður ferjan sett í sigling í vár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Tájól í Meðalbý.
185911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737