Runavíkar kommuna væntar 124 mió. í skatti í ár

Runavíkar kommuna væntar 124 mió. í skatti í ár
Skattaprosentið og barnafrádrátturin verða óbroytt í 2014
 
02.01.2014 - 08:15

Býráðið í Runavík hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2014. 

Skattaprosentið verður óbroytt, 22 prosent. Barnafrádrátturin er somuleiðis óbroyttur, og er 5.000 krónur fyri hvært barnið.

Samlaðu skattainntøkurnar hjá kommununi eru mettar at vera 124 milliónir krónur, harvav 13 milliónir krónur eru partafelagsskattur, og eftirlønarskatturin er tríggjar milliónir krónur.

88 milliónir krónur eru settar av til rakstur, og íløgurnar eru 20,5 milliónir krónur.

Samlaða lániskuldin hjá kommununi er 130 milliónir krónur, men gjaldføri er gott, og nettoskuldin er 10 milliónir krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Tájól í Meðalbý.
185911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737