- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flúgva bæði til Reykjavíkar og Keflavíkar
Tá einasta British Aerospace flogfarið, sum er eftir í flotanum hjá Atlantic Airways, skal til eftirlit í Onglandi í februar, fer Atlantic Airways at flúgva til Keflavíkar tvær ferðir um vikuna í staðin fyri til Reykjavíkar.
Hetta verður í tríggjar vikur í februar næsta ár. Orsøkin er, at Atlantic Airways hevur ikki fingið loyvi frá íslendsku myndugleikunum at flúgva til Reykjavíkar við Airbus flogførunum.
Einki svar
Flogvøllurin í Reykjavík er ætlaður til innanlandsflúgving, men Atlantic Airways sleppur at brúka flogvøllin til Føroyaflúgvingina. Atlantic Airways hevur langt síðani søkt um at sleppa at brúka Airbus flogførini í flúgvingini millum Vágar og Reykjavík. Men enn er einki svar komið úr Íslandi.
Næsta summar, tá flogið verður millum Føroyar og Ísland tríggjar ferðir um vikuna, verður flogið við Airbus til Keflavíkar mikudagar og til Reykjavíkar við British Aerospace hinar báðar dagarnar.