- Tíðindi, mentan og ítróttur
Allir næmingar í skúlan við Løkin
Allir næmingar í skúlan við Løkin
Næstu tvey árini skulu allir næmingar í framhaldsdeildini í Runavíkar kommunu vera í einum skúla
02.01.2014 - 08:08
Allir næmingar í framhaldsdeildini í Runavíkar kommunu skulu nú savnast á einum stað - í skúlanum við Løkin í Runavík.
8. floksnæmingar av Skála og úr Skálafirði hava síðani summarfrítíðina gingið í skúlanum við Løkin. Og næstu tvey árini er ætlanin at hinir næmingarnir í framhaldsdeildini í kommununi eisini skulu ganga í skúlanum við Løkin.
- Hetta fer at hava við sær eitt størri næmingatal og harvið eitt størri úrval av vallærugreinum í framhaldsdeildini, skrivar Runavíkar kommuna í kunningarskrivi fyri jól.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. januar
RagnarRokk: Jan Christian Halfbrodt um Celbration Day-30 Years Of Mob Rules
185913
Nýggjastu sendingar í SV