- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogfar hjá Atlantsflogi vendi aftur
Eitt flogfar hjá Atlansflogi úr Vágum til Billund tíðliga í morgun, mátti stutt eftir fráferð venda aftur í Vágar, tí tekniskir trupulleikar vóru við flogfarinum.
Flogfarið, British Aerospace RC470, fór úr Vágum beint eftir klokkan níggju, og hevði bara verið á flogi í eitt korter, tá flogskiparin varnaðist, at okkurt var áfatt. Hann avgjørdi tí at venda aftur í Vágar.
- Strong trygdarkrøv eru í sambandi vi flúgving, og alt var í lagi, áðrenn flogfarið fór á flog, sigur Rasmus Niclasen, trygdarovasti og støðleiðari hjá Atlantsflogi.
Tá teknisku trupulleikarnir vórðu loystir, fór flogfarið úr Vágum um hálvgum tvey tíðina seinnapartin.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.