- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lærarafelagið eigur at koyra meir á Mentamálaráðið
Lærarafelagið er ov fitt við Mentamálaráðið. Annar hvør lærari heldur, at Lærarafelagið eigur at vera meira ágangandi móti Mentamálaráðnum.
Tað skrivar Skúlablaðið, sum hevur lisið nýggjastu Talis-kanningina, har sum fólkaskúlalærarar og skúlaleiðarar svara spurningum um skúlan og annað.
52 prosent av teimum, sum svaraðu, halda, at Lærarafelagið eigur at vera meira ágangandi móti Mentamálaráðnum.
Harafturat eru 38 prosent lutvíst samd við tey, sum halda, at Lærarafelagið eigur at leggja størri trýst á Mentamálaráðið.
Serliga lærarar í stóru skúlunum halda, at Lærarafelagið eigur at vera meiri ágangandi móti Mentamálaráðnum.
Skúlaleiðararnir eru ikki so avgjørdir sum lærararnir. 37 prosent av leiðarunum halda, at Lærarafelagið eigur at vera meiri ágangandi, og 32 prosent eru lutvíst samd.