- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskimannafelagið: Eingin skal doyggja á sjónum
Tað ber ikki til, at bjargingarskipini verða løgd í seinnu helvt av árinum, og at tað stundum eingin bjargingartyrla er tøk. Hetta er nakað, sum skil má og skal fáast á.
Tað sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, í ársfrágreiðing felagsins. Felagið hevði landsfund í gjár.
Sambært formansfrágreiðingini hevur Fiskimannafelagið ferð eftir ferð víst á hetta hjá myndugleikum í landsstýrinum og løgtinginum, uttan stórvegis úrslit. Seinnu árini eru dømi um, at tilbúgvingin á sjónum, sum skip og sjómenn líta á, hevur verið skerd í fleiri vikur, verður sagt í frágreiðingini.
Eingin skal doyggja
Fiskimannafelagið eftirlýsir eina nullhugsjón á sjónum.
- Okkara visjón er, at vit sum samfelag seta okkum sum mál, at á sjónum skal eingin doyggja ella koma álvarsliga til skaða. Hetta er álvarsmál, sum SKAL takast í størsta álvara. Tað eigur at vera ein sjálvfylgja, sigur Jan Højgaard í formansfrágreiðingini.